Hetta veit grønlendska kringvarpið - KNR - at siga.
Leitingararbeiðið fer fram í einum samstarvi millum Grønlands Politi, Arktisk Kommando og privat, sum luttaka í leitingini.
Grønlands Politi sigur, at maðurin, sum leitað verður eftir, er 49 ára gamli, Jan Olsen, og leitað verður eisini eftir bátinum við skrásetingarnummarinum GR 12-052.
Tað var leygarkvøldið klokkan 19.43, at Grønlands Politi fekk eina fráboðan um, at ein bjargingarbátur var funnin í Diskovíkini millum Qeqertarsuaq og Ilulissat.
KNR veit at siga, at í bjargingarbátinum varð ein lívleysur maður funnin.
Eftir at líkið varð funnið í bjargingarbátinum, hevur verið leitað eftir einum persóni aftrat, og her er talan um áðurnevnda, Jan Olsen og bátin, GR 12-052.
Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Karsten Høyrup, segði við Sermitsiaq fyrrapartin í dag, at leitingin heldur fram nærindis Qeqertarsuaq.
- Her verður leitað fram við landi eftir saknaða bátinum, sum er ein lítil útróðrarbátur, visti Karsten Høyrup at siga í morgun.











