Heilsustýrið biður um pengar – landsstýrið metir at yvirtøkan einki kostar

Heilsustýrið sigur, at fígging eigur at fylgja við, men Heilsu- og orkumálaráðið metir ikki, at yvirtøkan fer at hava eyka útreiðslur við sær.

Heilsustýrið skal fáa uppgávur, sum í dag liggja hjá donskum myndugleikum, tá Føroyar yvirtaka málsøkið rúsandi evni 1. januar.

 

Stýrið sigur, at fígging eigur at fylgja við, men Heilsu- og orkumálaráðið metir ikki, at yvirtøkan fer at hava eyka útreiðslur við sær.

 

Føroyar skulu eftir ætlan yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark 1. januar 2027.

 

Í einum lógaruppskoti, sum fylgir sjálvari yvirtøkulógini, verður ásett, hvørjir føroyskir myndugleikar skulu taka við uppgávunum, sum í dag liggja hjá donskum myndugleikum.

 

Millum annað verður danski heilsumálaráðharrin skiftur út við føroyska landsstýrisfólkið í lóggávuni, meðan danska Sundhedsstyrelsen verður skift út við Heilsustýrið.

 

Men Heilsustýrið hevur gjørt vart við, at nýggjar uppgávur eisini krevja pengar.

 

Í hoyringarsvarinum vísir Heilsustýrið á, at skal stovnurin hava uppgávurnar, sum eru nevndar í lógaruppskotinum, eigur fígging at fylgja við.

 

Serliga verður víst á arbeiðið við at váðameta nýggj rúsandi evni.

 

Danmark brúkar pengar og starvsfólkaorku

 

Í lógaruppskotinum verður eisini upplýst, hvat danska Sundhedsstyrelsen brúkar til hesa uppgávuna.

 

Sambært Sundhedsstyrelsen verða umleið 940.000 krónur um árið brúktar til arbeiðið við váðameting av nýggjum rúsevnum, eftirliti við rúsevnamarknaðinum og greiningum hjá rættarkemiskum og rættarlæknaligum stovnum.

 

Harumframt verður mett, at umleið 0,25 ársverk verður brúkt til uppgávurnar.

 

Sundhedsstyrelsen sigur tó, at stovnurin ikki kann meta um, hvussu stórur partur av arbeiðinum serliga viðvíkur Føroyum.

 

Ráðið væntar onga eyka rokning

 

Heilsu- og orkumálaráðið heldur kortini ikki, at neyðugt verður við eyka játtan.

 

Ráðið vísir á, at játtanin til Heilsustýrið varð hækkað við fýra milliónum krónum, tá Føroyar yvirtóku farsóttarmálsøkið í 2024 og samstundis raðfestu fyribyrging, fólkaheilsu og sálarheilsu hægri.

 

Í 2026 varð játtanin harumframt hækkað við 1,1 millión krónum til læknafakligan førleika á stovninum.

 

Við hesum sum grundgeving sigur Heilsu- og orkumálaráðið, at tað ikki metir, at útreiðslur fara at standast av yvirtøkuni.

 

Uppskotið staðfestir tó samstundis, at yvirtøkan fer at hava umsitingarligar avleiðingar, tí føroyskir myndugleikar skulu taka sær av uppgávum, sum danskir myndugleikar hava røkt higartil.

 

Tvingsil í psykiatri tikin úr uppskotinum

 

Upprunaliga varð eisini arbeitt við at yvirtaka málsøkið tvingsil í psykiatri samstundis.

 

Men eftir hoyringina varð avgjørt at taka tann partin úr uppskotinum.

 

Flestu hoyringarsvarini snúðu seg nevniliga um viðurskifti í sambandi við júst tvingsil í psykiatri. Nú fevnir uppskotið bara um rúsandi evni.

 

Verða uppskotini samtykt, fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum frá 1. januar 2027.