Í døgunum 14. og 15. mars hava 14 føroyskir U17 badmintonleikarar verið til kapping í Herning.
Tað er Herning badminton klub, sum skipar fyri kappingini á hvørjum ári og luttakarar koma úr fleiri londum umframt Danmark.
Føroysku leikararnir luttóku í M, A og B bólkinum í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðu tvímansleiki.
Spælt var í framúr góðu hølunum í Sportcenter Herning, har tað leygardagin vóru 35 vallir brúktir samstundis.
Hóast føroysku leikararnir ikki vunnu nakað heiðursmerki, so høvdu leikararnir ein góðan og læruríkan túr, har tað blivu nógvir javnir dystir, onkur sigur og stór menning við at møta fremmandum sterkum leikarum á útivølli.











