Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, hóttir nú við at blokera eitt milliardalán, sum ES skal lata Ukraina.
Orban vil hava Ukraina at lata uppaftur eina oljurørleiðing úr Russlandi, Drusjba-rørleiðingina, sum hon verður rópt.
Ukrainskir myndugleikar siga, at rørleiðingin fekk skaða undir einum russiskum álopi á Ukaina hin 27. januar.
Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, hevur áður hótt við at steðgað landsins neyðveiting av streymi til Ukraina, um Drusjba-rørleiðingin ikki verður latin uppaftur.
Robert Fico heldur uppá, at umvælingararbeiðið av oljurørleiðingini er liðugt.











