Valur er trý stig fremst

Fram vann eisini í kvøld

Í kvøld vóru tvey føroyingalið í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali vunnu á útivølli stórsigur 41-31 á ÍR. Í steðginum var Valur frammanfyri við sjey málum, 21-14.

 

Allan og Bjarni skutu tvey mál hvør.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram vunnu á heimavølli 33-29 á HK. Í steðginum var Fram á odda 20-14.

 

Dánjal skoraði fýra mál.

 

Ígjár vann liðið hjá Svein Olafssyni, Afturelding á heimavølli 29-28 (16-15) á liðnum hjá Jóhannes Bjørgvin, Stjarnan. Føroyingarnir komu ikki á máltalvuna.

 

Støðan:

 

Nr. Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1 Valur191504632:5716130
2 FH191315588:5394927
3 Haukar191306620:5516926
4 Afturelding191216578:5532525
5 ÍBV181116565:5481723
6 KA181107586:577922
7 Fram191108587:5592822
8 HK196013544:595-5112
9 Selfoss185112545:600-5511
10 Stjarnan194213529:565-3610
11 Þór183312501:552-519
12 ÍR192314594:659-657