Bæði Kolding og Aarhus Fremad taptu 1-2

Tað var eingin úrtøka til føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld, og í báðum førum var talan um tap.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding taptu á útivølli 1-2 fyri AC Horsens. Gamli B36 og HB leikarin, Sebastian Pingel skoraði sigursmálið fyri Horsens.

 

Magnus Saaby legði Kolding á odda 11 minuttir undan steðginum, men Horsens skoraði tvey mál innanfyri fimm minuttir tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Meinhard spældi allan dystin fyri Kolding. Kolding hevur trý stig fyri tveir dystir.

 

Martin Agnarsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad tapti 1-2 fyri HB Køge.

 

HB Køge legði seg á odda longu í fjórða minutti. Tá ein tími var leiktur fekk HB Køge ein mann vístan av vøllinum, og samstundis fekk Aarhus eitt brotsspark, ið Marcus de Claville Berthelsen setti í netið til 1-1. 

 

Men Aarhus megnaði ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna. Fimm minuttir inni í tíðini dómarin legði aftrat megnaði HB Køge við 10 monnum móti 11 at skjóta sigursmálið. Eitt satt vónbrot fyri Martin og liðfelagarnar. 

 

Aarhus Fremad hevur eitt stig fyri tveir dystir. 

 

Í morgin klokkan 13 hevur liðið hjá Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg, Hillerød dyst á heimavølli móti gamla stórliðnum, AaB.