VIDEO: Flottur filmur frá fjallasúkklingini á oyggjaleikunum

Orknoyisku oyggjaleikafyrireikararnir hava lagt enn ein flottan videofilm út frá leikunum

Fyrireikararnir av oyggjaleikunum í Orknoyggjum hava eisini fingist við at framleiða flottar filmar frá ymiskum kappingum, ið vóru á oyggjaleikunum.

 

Tann seinasti tey hava latið frá sær er frá fjallasúkklingini, har Helgi Winther Olsen (myndin) og Hilmar Hansen kappaðust fyri Føroyar.

 

HER ber til at síggja flotta filmin frá fjallasúkklingini:

 

##med2##