Fyrrapartin hevur tað gingið framúr væl hjá Jóhan Kass Henriksen úr Ternuni og Óli Kluftá Hvítklett úr SÍ, ið manna føroyska U18-manslandsliðið í sandflogbólti, ið kappast í Andorra í hesum døgum.
Fyrst vunnu Jóhan og Óli 2-0 á Prenas og Martin úr Andorra. Settmunurin var 21-19 og 21-15.
Fyri løtu síðani vunnu Jóhan og Óli seg í hálvfinalurnar aftaná 2-0 sigur á Dalton og Eardly úr Írlandi. Settmunurin var 21-18 og 21-19.
Klokkan 13.50 spæla Jóhan og Óli hálvfinalu móti Gillies og Caesar úr Skotlandi.
Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV og vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini í 2026.
Í morgin vera finalan og dysturin um triðja plássið á skránni.