Samstundis sigur ein fyrrverandi skipaeftirlitsmaður seg ikki hava funnið nakrar feilir á skipinum.
Bandero, sum felagsskapurin hjá hvalaaktivistinum Paul Watson eigur, sleppur fyribils ikki úr íslendskari havn.
Íslendska hvalaveiðifelagið Hvalur hf. heldur seg hava eitt endurgjaldskrav móti eigaranum. Felagið hevur tí fingið sýslumannin í Vesturlandi at leggja bann við, at skipið fer úr havn.
Skipið verður hildið aftur sum fíggjarlig trygd, meðan málið verður viðgjørt. Tað merkir ikki, at Hvalur hf. hevur fingið ognarrættin til skipið.
Bandero liggur nú í Akranesi.
Fann ongar feilir
Íslendska kringvarpið RÚV hevur verið umborð á Bandero saman við Einari Jóhannesi Einarssyni, sum er maskinmeistari og fyrrverandi skipaeftirlitsmaður hjá íslendska Samferðslustovninum.
Eftir at hava kannað skipið segði hann seg ikki hava funnið nakrar feilir. Hann helt eisini, at handfaringin hjá íslendsku myndugleikunum var ivasom.
Skiparin vísti millum annað fram eitt nýligt AIS-prógv og onnur skipaskjøl. Sambært skiparanum vóru hesi skjøl umborð, tá íslendsku myndugleikarnir tóku ræðið á skipinum.
Samferðslustovnurin hevur hinvegin víst á, at eitt altjóða málibræv hjá skipinum var farið úr gildi. Fyrrverandi skipaeftirlitsmaðurin fekk heldur ikki øll skjølini, sum hann bað um at síggja. Skiparin segði, at myndugleikarnir høvdu tikið tey, men Samferðslustovnurin noktar, at stovnurin hevur tikið nøkur skjøl.
Løgfrøðingur finst at myndugleikunum
Bjarni Már Magnússon, sum umboðar Paul Watson-felagsskapin, hevur reist álvarsligar spurningar um framferðina hjá íslendsku myndugleikunum.
Hann heldur, at ynskið um at steðga virkseminum hjá felagsskapinum kann hava ávirkað málsviðgerðina meira enn vanlig lógar- og trygdarkrøv.
Eftir vitjanina hjá RÚV komu eftirlitsfólk frá Samferðslustovninum aftur umborð og gjørdu enn eina nágreiniliga kanning. Úrslitið av henni var ikki tøkt, tá RÚV bar tíðindini.
Manningin varð handtikin
Bandero kom í íslendskt sjóøki í summar fyri at royna at steðga hvalaveiðuni hjá Hvalur hf.
Íslendska sjóverjan tók seinni ræðið á skipinum, og manningin varð handtikin. Fleiri av manningini eru síðani víst úr Íslandi.
Paul Watson sigur, at einki brotsverk varð framt undir átakinum. Hann heldur, at endamálið varð rokkið, tí hendingarnar fingu altjóða fjølmiðlar at varpa ljós á íslendska hvalaveiðu.
Íslendska løgreglan kannar framvegis hendingarnar. Manningin er millum annað løgd undir at hava borið seg vandamikið at á sjónum og at hava roynt at órógva hvalaveiðiskipini.
Málið hevur eisini føroyskan áhuga, tí Paul Watson og felagsskapir hansara í nógv ár hava mótmælt grindadrápi í Føroyum.
Kelda: RÚV










