Umlegging av koyrivegi hjá Vága Floghavn

Í sambandi við útbygging av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn, verður koyrivegurin á norðursíðuni av verandi parkeringsøki lagdur um í tíðarskeiðnum frá 24. august til 15. oktober, sí yvirlitsmynd. 

Økið verður frámerkt við skeltum og avbyrgt við beton-klossum.

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt varsemi í hesum sambandi.