- Í sambandi við arbeiðið at víðka bátahylin á Oyrarbakka, verða allir bátaeigarar bodnir til ein kunnandi fund um arbeiðið.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
Á fundinum verður kunnað um arbeiðsgongdina og um flytan av bátum í sambandi við, at nýggju bátabrúgvarnar skulu setast upp.
- Kunningarfundurin verður á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka týsdagin hin 25. august klokkan 17.
Í Sunda kommunu heita tey á fólk um at møta fjølment.










