Bárður vísir aftur: Eingin verjuavtala gjørd við Danmark

Danski verjumálaráðharrin sigur, at Danmark og Føroyar hava gjørt avtalu um styrkt verjusamstarv. Men Bárður á Steig Nielsen sigur, at eingin nýggj avtala varð gjørd á fundinum sunnudagin.

Tað er ósamsvar millum føroyskar og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn sunnudagin.

 

Sambært danska verjumálaráðharranum varð semja fingin um at styrkja verjusamstarvið millum Danmark og Føroyar.

 

Vi har aftalt at styrke det i forvejen gode og tætte samarbejde mellem Danmark og Færøerne, segði Jeppe Bruus við TV2 eftir fundin.

 

Men Bárður á Steig Nielsen vísir hesum burtur.

 

Við Kringvarpið sigur hann, at eingin nýggj verjuavtala varð gjørd.

 

– Vit hava havt ein fund, har vit fóru ígjøgnum tey viðurskifti, sum longu eru í gongd. Tað snýr seg millum annað um Nato-venjingarnar Arctic Endurance og Arctic Sentry, har Føroyar hava sagt, at vit fegin vilja luttaka, tá virksemi verður í Føroyum, sigur hann.

 

Ikki bara Jeppe Bruus hevur tosað um eina avtalu.

 

Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska verjan stigvíst skal hava størri nærveru í og kring Føroyar í samstarvi við føroyskar myndugleikar.

 

Eisini Ritzau skrivaði sunnudagin, at danski verjumálaráðharrin hevði gjørt avtalu við Bárð á Steig Nielsen um størri hernaðarliga nærveru í Føroyum.

 

Jeppe Bruus skrivaði harumframt á Facebook, at hann og føroyski landsstýrismaðurin vóru vorðnir samdir um at styrkja verjusamstarvið.

 

Málið hevur eisini elvt til kjak í Føroyum.

 

Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær avtalur, sum danska síðan tosaði um.

 

Við Kringvarpið segði hann í gjár, at limirnir í Uttanlandsnevndini frættu um fundin og tær nevndu avtalurnar gjøgnum miðlarnar.

 

##med2##

 

##med3##