Barnagudstænasta í Argja kirkju sunnudagin

Í morgin, unnudagin 14. juni, klokkan 11.00 verður barnagudstænasta í Argja kirkju. 

Sálmarnir verða teir meiri barnavinarligu sálmarnir í sálmabókini.

 

Prædikan verður samskifti ímillum prest og børnini við gittarleiki.

 

Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi, har okkurt sjálvandi eisini er til børnini.