Tað skrivar íslendski miðilin Vísir.
MRCC Tórshavn fekk neyðarkallið stutt fyri klokkan 15. Sambært keldum hjá Vísi hevði ein spreinging verið í maskinrúminum, og eldur kyknaður umborð.
Føroysku bjargingarskipini Brimil og Vón av Eiði vórðu send til hjálpar.
Vørn skrivar, at MRCC Tórshavn sendi beinanvegin hjálp til skipið. Brimil sum var umleið 2 tímar frá skipinum setti beinanvegin kós móti skipinum. Rescue Vón av Eiði var úti og sigldi, teir hoyrdu eisini neyðarkallið og settu kós móti skipinum, sum var umleið 40 minuttir burtur, skrivar Vørn.
Stutt eftir klokkan 15 fekk MRCC Tórshavn boð um, at manningin hevði fingið tamarhald á støðuni og sløkt eldin. Eingin skal hava fingið skaða.
Skipið var tó maskinleyst eftir hendingina og rak í meira enn tríggjar tímar, til hjálp kom fram.
Brimil sleipar nú Barða, og væntað verður, at skipini koma á Havnina í morgun. Skipini eru í løtuni á veg inn í Tangafjørð.
##med2##
Íslendska Landhelgisgæslan er kunnað um hendingina.
Forstjórin í íslendska reiðarínum Síldarvinnsluni, Gunnþór Ingvason, sigur við Vísir, at enn er ógreitt, hvussu stórur skaðin er á skipinum.
– Tað týdningarmesta er, at manningin er sloppin væl frá hendingini. Manningin er væl vand og dugir at handfara slíkar støður, sigur hann við Visir.
Barði, sum áður hevði navnið Börkur, er eitt av størstu fiskiskipunum hjá Síldarvinnsluni.












