Bispur: Uttan prestagarðar flyta prestarnir til miðstaðarøkið

Fólkakirkjan hevur brúkt yvir 56 milliónir krónur upp á at umvæla prestagarðar kring landið seinastu tíggju árini. Bara prestagarðurin í Fuglafirði hevur fingið umleið 11 milliónir krónur til umvælingar.

Tølini eru komin fram í einari grein hjá Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í útreiðslurnar hjá Fólkakirkjuni.

 

Bispur, Jógvan Fríðriksson, heldur tó fast um, at prestagarðarnir eru ein týðandi partur av fólkakirkjuni og eiga at vera í góðum standi.

 

– Prestagarðarnir eru í sínum uppruna fyrisitingarligar skrivstovur og tænastubústaðir í nærumhvørvinum. Prestagarðarnir eru til fyri, at kirkjuliðið, so vítt til ber, kann hava prest í nærumhvørvinum, sigur hann við Frihedsbrevet.

 

Sambært bispi hevði tað fingið avleiðingar fyri fólkakirkjuna, um prestagarðarnir vórðu tiknir burtur.

 

– Verða prestagarðarnir niðurlagdir, verður mett, at sóknarprestarnir verða savnaðir í miðstaðarøkinum og koma at búgva har. Tað hevði verið óheppið fyri ta samlaðu fólkakirkjuna og mint um gongdina í samfelagnum, har miðsavningarandin ræður, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

Greinin hjá Frihedsbrevet vísir, at prestagarðurin í Fuglafirði hevur fingið størstu íløgurnar. Frá 2021 til 2025 eru brúktar góðar 11 milliónir krónur til umvælingar har. Næstur á listanum er prestagarðurin í Hvalvík, har umleið 5,7 milliónir krónur eru brúktar.

 

Bispur vísir á, at nógv av húsunum vóru í vánaligum standi, tá føroyska fólkakirkjan yvirtók ábyrgdina, og at umvælingarnar samstundis hava hækkað virðið á ognunum.

 

Sóknarprestarnir hava bústaðarskyldu í prestagørðunum og rinda sambært bispi millum 2.200 og 3.600 krónur um mánaðin í húsaleigu, umframt el og hita.

 

– Prestagarðurin er ein skrivstova og ein tænastubústaður, har fólk koma at avgreiða ymisk ørindi, og familjan má liva við ikki at búgva í egnum húsum. Ikki fyrr enn kirkjubókaførandi prestur er um pensjónsaldur, ber til at flyta í egin hús, sigur Jógvan Fríðriksson við Frihedsbrevet.

 

Sambært bispi verður eisini væntað, at húsaleigan í prestagørðunum fer at hækka, nú stórar upphæddir eru lagdar í umvælingarnar.