Aftaná eitt eydnusamt kappingarár í bestu norsku hondbóltsdeildini við Storhamar roynir landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg seg nú í bestu deildini í Rumenia við CSM Bukarest.
Fyrr í dag spældi CSM Bukarest hálvfinalu í Super Cup, ið er millum fýra tey fremstu liðini frá undanfarna kappingarárinum.
Aftaná longda leiktíð tapti Bukarest 38-40 fyri Gloria Bistrita. Tá vanliga leiktíðin var lokin stóð á jøvnum 34-34. Í steðginum var Bukarest á odda 19-17.
Pernille fekk fulla leiktíð í verjuni, og í hinum endanum skoraði hon upp á báðar málroyndirnar hon hevði í dystinum.
CSM Bukarest má skjótt upp á hestin aftur. Í morgin klokkan 13 spæla tær um triðja plássið í Super Cup móti Valcea, ið tapti 24-25 (10-14) fyri Corona Brasov í hinari hálvfinaluni.
Sunnudagin 30. august leggur CSM Bukarest fyri í bestu rumensku hondbóltsdeildini við grannauppgerð á útivølli móti Rapid Bukarest.











