Tað var so stór málveitsla sum sjáldan, tá ið ÍF seinnapartin átti heimavøll í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá B36. At ÍF átti heimavøll í Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF fer at spæla í Fuglafirði um tvær vikur, tá ið mótstøðuliðið verður FC Hoyvík.
Í dag vann ÍF 9-3 ímóti næstbesta B36 liðnum. Tá ið tað var hálvleikt, var heimaliðið frammanfyri 4-0. Sigurin ber við sær, at ÍF nú hevur 30 stig. Nú tað resta sjey umfør, eru tað 11 stig fram til FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi. B36 er á sætta plássi við 23 stigum.
Um eina viku fer ÍF at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og B36 fer at spæla á útivølli ímóti B71.
Martin Klein Joensen var trífaldur málskjútti hjá ÍF. Jóan Petur Jónsson legði beinanvegin heimaliðið á odda eftir upplegg frá Mikkel Elbæk Jakobsen, og tá ið eitt stórt korter var farið, økti liðformaðurin Ruben Møller-Nielsen um munin til 2-0 við brotssparki. Hetta var fyrsta málið í ár hjá 23 ára gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen var málskjútti.
Og so var tað, at Martin Klein Joensen fór at gera um seg. Tíggju minuttir undan steðginum økti hann um munin til 3-0, í síðsta minutti undan steðginum skoraði hann til 4-0, og í fyrsta minutti eftir steðgin skoraði hann til 5-0. Tað vil siga, at hann í 11 minuttir skoraði hattrikk. Martin Klein Joensen hevur nú skorað 10 mál í landskappingini í ár. Tvær tær fyrru ferðirnar átti Jákup Andrias Thomsen uppleggið, og í triðja førinum var tað Ruben Møller-Nielsen, sum legði upp.
So sá tað út til at verða heilt ljótt hjá B36. Men síðsta stóra hálva tíman skoraði B36 trý mál, og ÍF vann 9-3.
Stefan Djumic minkaði um munin til 5-1. Hetta var aðru ferð í ár, at 19 ára gamli Stefan Djumic var málskjútti í 1. deild í ár.
Síðstu 25 minuttirnar vórðu skorað seks mál. ÍF skoraði fýra og B36 tvey.
ÍF málskjúttar vóru Teit Hjelm, Bogi á Reynatrøð, Jens Olsen og so aftur Teit Hjelm, og B36 málini skoraðu Tyrni í Sjúrðagarði og Jeremiah Mensah Okornoe.
24 ára gamli Teit Hjelm hevur skorað sjey mál, síðani hann í vár flutti úr FC Suðuroy og til ÍF, 18 ára gamli Bogi á Reynatrøð hevur skorað trý mál, síðani hann í summar flutti úr Víkingi og til ÍF, og hetta var fyrsta málið hjá 23 ára gamla Jens Olsen, síðani hann í summar flutti úr B71 og til ÍF.
20 ára gamli Tyrni í Sjúrðagarði var fyri fyrstu ferð í ár B36 málskjútti í 1. deild, og 22 ára gamli Jeremiah Mensah Okornoe, ið er ættaður úr Gana, var í dag fyri aðru ferð málskjútti í 1. deild.











