Bjørg av Kák hevur drúgvar royndir innan náms- og sernámsfrøðiliga økið og hevur ráðgivið síðan 2018, siga tey í Eysturkommunu í dag

Bjørg av Kák sett sum námsfrøðiligur ráðgevi

- Starvsstaðurin er í býráðshúsinum í Norðragøtu, har hon millum annað fer at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum

Bjørg av Kák hevur drúgvar royndir innan náms- og sernámsfrøðiliga økið og hevur ráðgivið síðan 2018, siga tey í Eysturkommunu í dag

Bjørg av Kák er sett í fast starv sum námsfrøðiligur ráðgevi í Eysturkommunu. 

 

- Hon byrjaði í starvinum hin 1. mai, og starvsstaðurin hjá Bjørg er í býráðshúsinum í Norðragøtu.

 

Í Eysturkommunu siga tey, at her fer Bjørg at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnarnar.

 

- Hon fer millum annað at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum.

 

Lagt verður aftrat, at Bjørg av Kák er útbúgvin námsfrøðingur og vegleiðari í Karlstadmodellinum.

 

- Hon hevur drúgvar royndir innan náms- og sernámsfrøðiliga økið og hevur ráðgivið síðan 2018, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Bjørg av Kák hevur drúgvar royndir innan náms- og sernámsfrøðiliga økið og hevur ráðgivið síðan 2018, siga tey í Eysturkommunu í dag