Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, har starvsheiti verða broytt hjá løgtings- og landsstýrismonnum soleiðis, at tað nú eisini kann eita »løgtingskvinna« og »landsstýrikvinna«.
Av tí at talan er um broyting í stýriskipanini, so skuldi lógin samtykkjast av tveimum Løgtingum. Fyrra samtyktin er frá 2023. Tá atkvøddu Fólkaflokkurin – allir uttan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, ímóti. Eisini báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum atkvøddu ímóti.
Roknað varð við, at lógaruppskotið fór at verða samtykt, men tað sermerkta er, at eitt samt Løgting nú hevur samtykt lógarbroytingina.
Tað vil siga, at Fólkaflokkurin og Miðflokkurin nú hava broytt støðu í hesum javnstøðumáli.
Einasta tingfólk, sum ikki var á fundi, var Árni Skaal úr Fólkaflokkinum, sum atkvøddi ímóti uppskotinum í 2023.
Talan var um 2. viðgerð. Málið fer nú víðari til 3. viðgerð.












