Tóku væl ímóti Ólavi Eysturdal og manninum á Als

Presturin, sum kennir seg úthýstan úr føroysku fólkakirkjuni, er nú prestur á Als í Danmark

– Í dag tóku vit ímóti nýggja sóknarpresti okkara, Ólavi Eysturdal, til hugfjálga innsetingargudstænastu, har dekanurin Poul Geil las biskupsins innsetingarbræv fyri samkomuni.

Soleiðis skrivar Ulkebøl Kirke á Facebook.

Ólavur Eysturdal er klaksvíkingur og hevur seinastu árini virkað sum avloysari í føroysku fólkakirkjuna í ymsum kirkjum kring landið. Í samrøðum við Frihedsbrevet hevur hann verið sera atfinningarsamur ímóti leiðsluni í føroysku fólkakirkjuni, sum hann leggur undir at útihýsa seg sum prest í Føroyum.

Hóast hann er samkyndur, so tyktiskt tað ikki at vera ein trupulleiki hjá føroysku fólkakirkjui, men tá hann fann sær ein maka, kendist tað øðvísi, hevur hann greitt frá í Frihedsbrevet.

Nú er hann so prestur á Als í Danmark.

– Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til ein drekkamunn í Degnegården, har vit fingu høvi at heilsa uppá Ólav og mann hansara Fernando.

 

– Vit ynskja tykkum alt tað besta í nýggja lívinum her á Als, skrivar Ulkebøl Kirke.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Biskupsins innsetingarbræv verður lisið fyri samkomuni

Ólavur Eysturdal og maður hansara, Fernando

Ólavur Eysturdal, sum nú er prestur á Als í Danmark.