Trý útlendsk ferðafólk sjólótust í Noregi í nátt

- Í løtuni er ógreitt, hvat hendi teimum trimum, og vit arbeiða í løtuni við at kunna tey avvarðandi, siga norsku myndugleikarnir í morgun

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK

Í Noreg varð eitt bjargingarátak sett í verk í nátt, tá tað vísti seg, at trý útlendsk ferðafólk í einum báti ikki komu afturíaftur.

 

Tað var í nátt, at løgreglan boðaði frá einum bjargingarátaki út fyri Smøla í Nordmøre, har leitað varð eftir einum báti við trimum fólkum umborð.

 

- Stutt eftir, at leitingin varð sett í verk, vórðu trý fólk funnin sjólátin, og øll vóru útlendskir ríkisborgarar.

 

Vakthavandi bjargingarleiðarin í økinum, Steinar Vatne, sigur við tíðindastovuna NTB, at boð vóru um ein bát við trimum fólkum, sum ikki var komin aftur til avtalaða tíð.

 

- Vit hava fingið fatur í knattastøðum og eru farin í holt við leiting á vestursíðuni av Smøla, segði vaktleiðarin við NTB.

 

Í nátt klokkan 01.30, lokala tíð, var bjargingarátakið liðugt.

 

- Øll trý eru funnin og eru tikin upp í tyrlu. Øll eru deyð, segði átaksleiðarin, Andreas Bull, klokkan 07, lokala tíð, í morgun.

 

Ein bjargingartyrla, bjargingarbátur, bjargingartænastan umframt sjálvboðin luttóku í átakinum.

 

- Í løtuni er ógreitt, hvat hendi teimum trimum, og vit arbeiða í løtuni við at kunna tey avvarðandi, siga norsku myndugleikarnir í morgun.

 

 

 

 

 

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK