Kirkjugarðurin í Sandavági – fimm spurningar til Vága kommunu

Í svari, dagf. 24.04.2026, til lesarabræv hjá mær, dagf. 20.04.2026, við heitinum Kirkjugarðurin í Sandavági – uttan byggiloyvisigur Bjarni Prior, borgarstjóri, seg vegna Vága kommuna kunna

 

 “vissa allar borgarar um, at øll viðurskiftið viðvíkjandi útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági eru í lagi, og øll neyðug loyvi eru fingin til vega”.

 

Sum eg í lesarabrævi, dagf. 26.04.2026, við heitinum Kirkjugarðurin í Sandavági – Vága kommuna ongan ognarskap!havi nevnt, fari eg at svara aftursvarinum hjá Vága kommunu.

 

Eftir aftursvarið frá Vága kommunu havi eg latið kommununi innlitsumbøn, dagf. 29.04.2026, í tað byggiloyvi, sum tekniska nevnd sambært svarinum hjá Vága kommunu skal hava samtykt hin 12.02.2026. Tá innlitið er mær í hendi (væntandi seinni í dag), fari eg at svara uppáhaldunum hjá Vága kommunu, dagf. 24.04.2026.

 

Eg fari tó fyrst at biðja Vága kommunu beinanvegin alment svara hesum spurningum:

 

  • Nær ætlar Vága kommuna at taka útbygda kirkjugarðurin í nýtslu?
  • Ætlar Vága kommuna at taka kirkjugarðin í nýtslu, áðrenn ognarheimild er tinglýst?
  • Ætlar Vága kommuna, at kirkjugarðurin skal vígast, áðrenn hann verður tikin í nýtslu?
  • Nær verður upptikni fundurin um ætlaðar broytingar í byggisamtyktini, sum varð hildin 17.04.2026, og skuldi leggjast út sama kvøldið, lagdur út?
  • Hvat sigur Føroya bispur (kirkjuligi myndugleikin) til at víga ein kirkjugarð, sum kommunan ikki hevur tinglýsta ognarheimild til og sum enntá liggur partvíst í fjøruni?

 

 

 

Maria Jacobsen