Andy Burnham hevur tryggjað sær nóg stóra undirtøku til at gerast nýggjur leiðari í Labour og sostatt eisini næsti forsætisráðharri í Bretlandi. Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix

Burnham hevur tryggjað sær leiðsluna í Labour

Bretski politikarin Andy Burnham hevur nú tryggjað sær nóg stóra undirtøku til at gerast næsti leiðari í Labour og sostatt eisini næsti forsætisráðharri í Bretlandi.

Andy Burnham hevur tryggjað sær nóg stóra undirtøku til at gerast nýggjur leiðari í Labour og sostatt eisini næsti forsætisráðharri í Bretlandi. Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix

Sambært BBC hevur Burnham stuðul frá 349 tingfólkum. Tað merkir, at einki annað valevni longur kann savna teir 81 stillararnar, sum skulu til fyri at tvinga fram eitt formansval.

 

Burnham skal framvegis hava undirtøku frá trimum felagsskapum við tilknýti til Labour, har í minsta lagi tveir skulu vera fakfeløg. Sambært BBC verður tað mett sum ein formalitetur.

 

56 ára gamli Andy Burnham hevur seinastu árini verið borgarstjóri í Stór-Manchester og verður javnan nevndur "King of the North" í bretskum miðlum.

 

Keir Starmer boðaði í juni frá, at hann fór frá sum leiðari í Labour og forsætisráðharri eftir drúgt trýst. Hann verður sitandi í embætinum, til avloysarin er útnevndur.

 

Um eingin stillar upp ímóti Burnham, verður hann útnevndur sum nýggjur Labour-leiðari á eyka landsfundi fríggjadagin. Mánadagin eftir verður væntandi farið til Buckingham Palace, har Charles kongur formliga biður hann skipa nýggja stjórn.

 

Burnham hevur fyrr roynt tvær ferðir at gerast leiðari í Labour. Hann tapti í 2010 fyri Ed Miliband og í 2015 fyri Jeremy Corbyn.

 

Andy Burnham hevur tryggjað sær nóg stóra undirtøku til at gerast nýggjur leiðari í Labour og sostatt eisini næsti forsætisráðharri í Bretlandi. Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix