Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG eru vísir í, at teir enda millum seks tey ovastu liðini í innleiðandi bólki B í Champions League.
Í kvøld fer GOG at stríðast fyri at vinna seg upp á fimta plássið í bólkinum. Tað kann GOG gera við at vinna á ungarska liðnum, Szeged á útivølli í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 17.45.
Szeged hevur 10 stig, og GOG hevur níggju stig.
Szeged hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.
Til ber at síggja dystin á TV3 Max. Sendingin byrjar klokkan 17.40.











