Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla HB og Brøndby fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.
Brøndby hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Hetta hóast HB við André Olsen sum høvuðsvenjara er ósigrað. Seinast HB tapti ein dyst var 3. mai.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 7,50 og 12,30.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,25 og 6,00.
Oddsini upp á útisigur til Brøndby liggja millum 1,22 og 1,27.
HER eru oddsini:
##med2##