Føroyar vunnu stórsigur í seinasta dystinum

Føroyska manslandsliðið vann fýra av fimm dystum

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya

Føroyska manslandsliðið í kurvabólti hevur vunnið fýra av fimm dystum á kurvabólts-oyggjaleikunum í Ynys Mon.

 

Føroyar vunnu í seinasta dystinum stórsigur 85-51 á Falklandsoyggjunum.

 

Føroyar hava eisini vunnið á Oynni Man, Jersey og Guernsey. Okkara máttu tó lúta fyri Ynys Mon.

 

Ynys Mon vinnur gull, Føroyar vinna silvur, og Jersey vinnur bronsu.

 

Ólavur Joensen var MVP (mest virðismikli leikarin) í dag. Her eru hansara hagtøl:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya