Serflutningur og økir til rørslutarnað á ólavsøku

Á ólavsøku er miðbýurin stongdur fyri ferðslu, og til ber ikki at koyra oman í Steinatún.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna:

 

Undantøk verða tó gjørd fyri Bussleiðini, Bygdaleiðum og fyri akfør, sum flyta fólk, ið nýta koyristól, og sum ynskja at verða sett av í Steinatúni. Pláss eru eisini sett av fyri koyristólum undir setanini, skrúðgonguni og midnáttarsanginum.

 

Fyri at sleppa innum avmarkingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winters gøtu er tó neyðugt, at akfarið til serflutningin er eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku, soleiðis at vaktarhaldið á staðnum veit, hvørji akfør eru góðkend at koyra oman í Steinatún.

 

Serflutningsbussurin hjá Tórshavnar kommunu, sum verður nógv bílagdur til flutning av fólki í koyristóli, er góðkendur, so fólk, ið brúka hann, nýtast ikki at gera vart við seg.

 

Onnur, ið hava akfør til flutning av fólki í koyristóli, verða biðin um at siga kommununi frá, um tey ynskja at nýta henda møguleika á ólavsøku. Tað kunnu tey gera við at senda kommununi ein teldupost á torshavn(at)torshavn.fo við upplýsingum um navn og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Minst eisini til at upplýsa skrásetingarnummarið á akfarinum.

 

Gev gætur, at tað ber eisini til at koyra oman á parkeringsøkið á Skálatrøð á ólavsøku. Aftaná kappróðurin er somuleiðis koyrandi til parkeringsøkið á Bursatanga.

 

Framman fyri H.N. Jacobsens bókahandli eru pláss sett av til fólk í koyristólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir skrúðgonguni og kórsanginum ólavsøkudag.

 

Til midnáttarsangin er pláss sett av við ráðhúsið.