Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla Brøndby og HB seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á leikvøllinum í Brøndby. Fyrri dysturin endaði 1-1.
Stórt trýst er á leikarunum hjá Brøndby, bæði frá viðhaldsfólkunum og frá donsku ítróttarpressuni.
Brøndby er eisini risafavorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Brøndby liggja millum 1,04 og 1,08.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 9,60 og 13,40.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 17,00 og 34,00.
(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##