Dabo og Dávid og B36 tóku toppin

NSÍ megnaði ikki at umseta stóra yvirvág til mál, og so tók B36 av í seinna hálvleiki og skoraði tvey mál

Síðst í mars hátíðarhildu tey í B36 90 ára stovningardagin, og í kvøld er stórur fagnaður í leguni hjá teimum í árstalsfelagnum.

 

Við 2-0 heimasigri í Gundadali í kvøld er B36 nýtt oddalið í Meistaradeildini. B36 hevur 18 stig, og NSÍ er næstfremst við 17 stigum, meðan KÍ er á triðja plássi við 16 stigum.

 

Bæði B36 málini vórðu skorað eftir lítlari løtu, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Í fyrra førinum endaði bólturin í vinstru hjá Boubacar Dabo, sum hegnisliga sendi bóltin í málið. Uppleggið átti Dávid Biskopstø Andreasen, og tað var Dávid, sum lítla løtu seinni og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

 

Bartal Páll Klein varð eitt sindur í vinstru púra leysur innanfyri NSÍ verjuna. Hann tøvdi, tá ið hann var einsamallur frammanfyri Silas Eyðsteinsson, og tá ið bólturin fór í vinstru, sá tað út til, at møguleikin var burtur. So var tað, at tað eydnaðist Bartali Páll Klein næstan av baklinjuni at leggja bóltin fyri føturnar á Dávidi Biskopstø Andreasen, sum takkaði fyri og fyri aðru ferð í ár var málskjútti í Meistaradeildini.

 

Hetta er fyrsta ferðin í ár, at NSÍ fer av vøllinum uttan úrtøku, og tað er einki er at siga til, at teir gulu og svørtu eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku í kvøld í Gundadali, har sólin í løtum sá, og har tað í góða løtu var tjúkt kavaæl.

 

Fyrra partin av fyrra hálvleiki var NSÍ, sum var uttan bæði Brand Hendriksson Olsen og Klæmint Andrasson Olsen, greitt omaná. NSÍ spældi seg til møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í heimamálið, og so fótaði B36 sær.

 

Sum seinni hálvleikur leið, spentu báðir partar álopsbogan, og tað vóru møguleikar í báðum endum.

 

Eftir at B36 hevði skorað tvey mál, var NSÍ nógv í álopsstøðu. Tað vóru fleiri spentar støður og eitt nú hevði Michal Przybylski heilt góðan møguleika, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, og tá ið miðverjin Daniel Obbekjær setti bóltin í málið, dømdi Eiler Rasmussen fyri, at fríspark varð gjørt ímóti B36 verjuni.

 

Í kvøld tók B36 oddasessin ímóti NSÍ, sum var topplið. Leygardagin klokkan 17 fær B36 vitjan av greipuvinnarunum úr Klaksvík, og NSÍ fær vitjan av HB.