Dagføra talið av deyðum nærindis Rafah

Vitnir siga, at rakettir vórðu skotnar eftir økinum, sum var fylt við tjøldum, og økið liggur sambært Reuters beint uttan fyri økið, sum Ísrael sigur vera trygt hjá sivilfólki.

Fyrr í dag varð sagt, at talið av deyðum palestinum í einum ísraelskum álopi á eina tjaldlegu nærindis býnum Rafah har suðuri í Gazageiranum var 18, og at 35 vóru løstað. 

 

Í kvøld veit Reuters at siga, at talið av deyðum er komið upp á 25, og at 50 eru løstað. Hetta eru tøl hjá heilsumyndugleikunum í økinum, sum eru undir Hamas-eftirliti.

 

Vitnir hava sagt, at rakettir vórðu skotnar eftir økinum, sum var fylt við tjøldum, og økið liggur sambært Reuters beint uttan fyri økið, sum Ísrael sigur er trygt hjá sivilfólki.

 

Ísraelski herurin (IDF) sigur, at tey kanna fráboðaninar um álopini á nevndu støð, men leggja aftrat, at álopini bygdu á fregnartænastuupplýsingar úr økinum.