Djóni kann ikki ábyrgdast fyri feilir hjá embætisfólkum

Tað sigur løgmaður, sum hevur svarað einum spurningi um málið um frákoyrda útbúgvingarstjóran á Glasi

Tað var Jørgen Niclasen, sum setti løgmanni ein grein 52a spurning um málið. Jørgen Niclasen spurdi soleiðis:

1. Heldur løgmaður, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur fyrisitið á fullgóðan hátt í málinum um ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi?

2. Hvørjar avleiðingar fær viðgerðin av hesum máli?

3. Ætlar løgmaður at geva boð um at ógilda afturkallingina av nevndu avgerð?

Í svarinum til Jørgen Niclasen, løgtingsmann, vísir løgmaður á, at hann hevur biðið Barna- og útbúgvingarmálaráðið um at ummæla teir settu spurningarnar.

– Aftaná at hava lisið ummælið dugi eg ikki at síggja, at landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum í málinum hevur borið seg soleiðis at, at hann politiskt ella rættarligt eigur at ábyrgdast fyri tað. Hóast fyrisitingin hjá landsstýrismanninum viðgongur, at har eru hendir óhepnir fyrisitingarligir feilir í málinum, so eru hetta tó feilir, sum eru hendir á fyrisitingarligum støði og sum landsstýrismaðurin ikki kann ábyrgdast fyri, sigur Aksel V. Johannesen. løgmaður.

Til spurning 2 sigur løgmaður, athann ikki ivast í, at landsstýrismaðurin fer at taka málið upp innanhýsis í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

– Sjálvur havi eg heitt á landsstýrismannin um at tryggja at slíkt mistak ikki hendir aftur, sigur hann..

Í sambandi við spurning 3 vísir løgmaður á, at eftir stýrisskipanarlógini § 33 býtir løgmaður málsøki landsstýrisins millum landsstýrisfólkini.

– Landsstýrisfólkini sita fyri málsøkjum sínum hvør sær. Eg havi tí ikki heimild at geva boð um at ógilda avgerðina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.