Gullið liggur í Sarpugerði

Trivaligur sigur á Skála í kvøld ber við sær, at víkingarnir við heimasigri ímóti grannunum í Fuglafirði tryggja sær FM heitið

Tað verður fríggjakvøldið, at Víkingur fer at vinna triðja FM heitið. Tann møguleikin er sera sannlíkur, eftir at Víkingur í kvøld í fínum fótbóltslíkindum á Skála vann tryggan 3-0 sigur.

 

Víkingur hevur 66 stig, og um tað fríggjakvøldið eydnast at vinna fulla úrtøku í Sarpugerði ímóti ÍF, so verður fer Víkingur undan tveimum teimum síðstu umførunum og landsliðssteðginum at hava 69 stig.

 

KÍ hevur møguleika at vinna 69 stig, um klaksvíkingar víðka sigursrøðina frá 10 og til 13 dystir. Men málmunurin hjá Víkingi er +57, og hjá KÍ er hann +29.

 

Í Víkingi vilja teir ikki alment ásanna, at teir fríggjakvøldið hava møguleika at vinna FM heitið.

 

-Talan verður um grannauppgerð ímóti ÍF, og tá vita vit, at alt kann henda. Men um vit vinna fríggjakvøldið, so fara vit ikki at fegnast um FM, sum vit ikki hava møguleika ástøðuliga at vinna fyrrenn eftir landsliðssteðgin, sigur Ólavur Mikkelsen hjálparvenjari hjá Víkingi við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Um 3-0 sigurin á Skála í kvøld sigur hann soleiðis:

 

-Hálvleiksstøðan var bara 1-0, og so leingi, sum tað bara er eitt mál á muni, so er einki avgjørt. Teir vóru aftarlaga í fyrra hálvleiki, og hóast vit fyrstu løtuna eftir steðgin skoraðu tvey mál, so hildu teir fram at vera nógv í verjustøðu. Tí var tað kanska ikki so hugaligt hjá áskoðarunum at síggja, tá ið vit síðsta hálva tíman vóru nógv á bóltinum, uttan at tað var so vandamikið.

 

Jákup Johansen skoraði málið í fyrra hálvleiki, tá ið hann eftir fínt innlegg úr vinstru frá Bergi Gregersen og úr stuttari fjarstøðu stútaði bóltin í málið.

 

Hetta var í 29. minutti, og fimm minuttir eftir steðgin umsetti Sølvi Vatnhamar brotsspark til 2-0. Ellivu minuttir seinni var Olaf Bárðarson skrásettur fyri 3-0 málið.

 

Skála er á áttanda plássi við 18 stigum og málmuninum -27. Fríggjakvøldið fer Skála út á Toftir at hitta B68, sum hevur 17 stig og málmunin -27.

 

 

 

Skála – Víkingur 0-3 (0-1)

 

0-1: Jákup Johansen 29.

 

0-2: Sølvi Vatnhamar br 50.

 

0-3: Olaf Bárðarson 61.

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

Víkingur242202691266
242004492060
HB241716492152
NSÍ241329523641
B36241077513937
07 Vestur248313285427
EB/Streymur247116294422
Skála245316265318
B68244515174217
ÍF24141922717