Eitt var, at prutlið varð bygnaðarliga broytt, eitt var at tað koyrdi 57 km um tíman, eitt fyri, at førarin var og ov um so fær eigarin eisini bót fyri at hava latið einum ov um persóni prutlið at koyra.
Løgreglan kannaði eisini bilførarar fyri rúsevni, men har varð einki mál skrivað.
Í Suðuroy var ein bilførari um middagsleitið tikin og mistonktur fyri at hava tikið rúsevni. Har varð blóðroynd tikin.
Í Havn varð løgreglan boðstend til tað tey kalla »gøtuófrið«, har rok var millum nøkur heimleys fólk í Havn. Tá løgreglan kom á staðið var tó friður. Men eina løtu seinni var aftur galiði, og tá var ein persónur tikin og skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna.