Tað skrivar Ekstra Bladet, sum hevur fingið fatur á myndum av Donald Trump Jr. uttan fyri Hotel d'Angleterre á Kongens Nytorv í danska høvuðsstaðnum.
Á myndunum sæst hann saman við fleiri persónum, sum sambært Ekstra Bladet eru starvsfólk hjá Secret Service, trygdartænastuni hjá amerikanska forsetanum.
Myndirnar eru tiknar stutt undan klokkan 15 hósdagin.
Enn er ikki greitt, hví Donald Trump Jr. vitjaði í Danmark, og tað er heldur ikki kent, um hann framvegis er í landinum.
Á sosiala miðlinum X hevur ein brúkari eisini deilt eitt filmsbrot, har Donald Trump Jr. sæst við Hotel d'Angleterre í baksýni. Filmsbrotið varð lagt út í gjár seinnapartin.
Hvørki danska Forsætismálaráðið, Uttanríkisráðið ella amerikanska sendistovan í Danmark hava sambært Ekstra Bladet viljað upplýst, hvør orsøkin til vitjanina var.
Vitjaði Grønland í fjør
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Donald Trump Jr. vitjar í danska ríkisfelagsskapinum.
Í januar 2025 vitjaði hann Grønland saman við politiska aktivistinum Charlie Kirk. Vitjanin vakti ans, tí hon kom stutt eftir fleiri útmeldingar frá pápanum, Donald Trump, um at USA hevði áhuga í Grønlandi.
Bæði grønlendskir og danskir politikarar vóru tá atfinningarsamir um vitjanina.
Donald Trump Jr. segði seinni í poddvarpssending síni "Triggered", at talan var um eina privata ferð og ikki eina almenna vitjan.
– Vit vildu fegin hitta fólk, tí hetta tyktist vera eitt fantastiskt stað. Vit hugsaðu tí, at vit fóru at heilsa upp á og kanska gera nøkur videobrot, segði hann sambært Ekstra Bladet.
Undir vitjanini í Nuuk vórðu fleiri myndir og filmsbrot deild á sosialum miðlum. Millum annað sæst Donald Trump Jr. býta út reyðar MAGA-keppar – "Make America Great Again" – til fólk í Grønlandi.
Seinni kallaði hann ferðina til Grønlands fyri eina "fantastiska uppliving" í samrøðu við Fox News.
Dagføring: Síðani hendan greinin varð skrivað, hevur danska uttanríkisráðið upplýst miðlunum, at Donald Trump Jr. var á eini privatari vinnuferð í Danmark.
– Hann hevði ongar fundir við umboð fyri almenna Danmark, sigur Uttanríkisráðið.
/Ritzau/











