Tíðindaskriv, Etasjan í Fuglafirði:
Vit boðaðu frá fyri eini viku síðani, at FAROE5 koma at framføra til Livandi Varmakeldu. Nú hava vit so avdúkað tvey nøvn afturat og talan er um:
Anfinn & Co, sum júst hava framført til eina útselda konsert í Varpinum í Klaksvík, so teir eru topptunaðir. Manningin hjá teimum er: Anfinn Nielsen, Karl Martin Samuelsen, Ólavur Øster, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen.
RSP er hin bólkurin sum, vit við gleði kunnu avdúka. Heini R. á Heygum, Steingrímur Hallson og Bjarki Jónasson búgva í løtuni ikki í sama landi, so tað er rímiliga forkunnugt at sleppa at hoyra RSP her heima á klettunum.
##med2##
Vit mangla enn onkra avdúking, men nú byrjar Livandi Varmakelda at líkjast tí summarveitsluni, sum vit gleða okkum so ómetaliga nógv til.
Mentanarhúsið í Fuglafirði er karmur um allar konsertirnar, og hølini verða topptrimmaði til alt kvøldið og alla náttina.
Bert 80 atgongumerki eru eftir til “Early Bird” prís á atgongumerki.fo fyri bert 295,- og tann 16. juni fer prísurin upp á 395,-.
##med3##












