Tað sigur hann í eini samrøðu við BBC, eftir at verjumálaráðharrin, John Healey, hósdagin legði frá sær.
– Um tað hendir, so fari eg at berjast, sigur Starmer um møguleikan fyri einum stríðsvali í flokkinum.
Hann leggur dent á, at talan ikki er um persónligan stoltleika ella treiskni.
– Tað snýr seg um eina djúpa skyldukenslu. Eg varð valdur at tæna hesum landinum, eisini tá umstøðurnar eru truplar, sigur Starmer.
John Healey legði frá sær sum verjumálaráðharri og fanst at Starmer fyri ikki at játta nóg mikið av pengum til verjuna av Bretlandi.
Tann atfinningin verður tó víst aftur av Starmer, sum sigur, at trygd altíð er millum hægstu raðfestingarnar hjá stjórnini, tá avgerðir verða tiknar um almennar útreiðslur.
Eftir fráfaringina hjá Healey er Dan Jarvis settur sum nýggj verjumálaráðharri. Hann hevði frammanundan starv sum trygdarmálaráðharri.
Bretskir miðlar meta, at fráfaringin hjá Healey leggur enn størri trýst á Starmer, sum longu hevur verið fyri atfinningum eftir vánalig úrslit hjá Labour á fleiri kommunuvalum.
Fleiri nøvn verða nevnd sum møguligir avbjóðarar. Millum teirra er Andy Burnham, borgarstjóri í Manchester, sum stillar upp til eitt eyka val fyri at sleppa í bretska parlamentið.
Skal onkur bjóða Starmer av, krevst sambært reglum hjá Labour, at minst 20 prosent av tingfólkunum hjá flokkinum krevja leiðsluval, og at minst ein mótvalevni stillar upp.
/Ritzau/










