Fipurverk­ætl­anin kost­að 270 milli­ón­ir – 10.000 húski bíða framvegis

Verkætlanin “Fipur til Heimið”, sum Føroya Tele setti í gongd í 2021, hevur higartil kostað umleið 270 milliónir krónur.

Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum hevur spurt um gongdina í verkætlanini.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at verkætlanin ikki er steðgað, sum summi hava hildið, men at hon er tillagað fyri at finna fíggjarliga skilabestu loysnina.

 

Sambært svarinum eru higartil grivnar 10.900 rørleiðingar til húski og fyritøkur kring landið. Av teimum eru umleið 6.000 fipursambond virkin, meðan umleið 4.900 innleggingar enn ikki eru settar til.

 

Samstundis resta framvegis umleið 10.000 húski og fyritøkur í Føroyum at fáa lagdar rørleiðingar.

 

Kostnaðurin nógv hægri enn væntað

 

Tá verkætlanin varð sett í gongd, var mett, at miðalkostnaðurin fór at liggja undir 20.000 krónum fyri hvørt húski. Men sambært landsstýrismanninum nærkast kostnaðurin nú 30.000 krónum fyri hvørja innlegging.

 

Hetta hevur fingið Føroya Tele at endurskoða bæði arbeiðshátt og kostnaðarstøði.

 

– Kostnaðurin av at leggja fipurkaðalar hevur verið hægri enn upprunaliga mett, og graviarbeiðið er komið longur enn arbeiðið at binda kundar í netið, skrivar landsstýrismaðurin.

 

Tí er grevsturin nú avmarkaður, so ikki verður grivið ov nógv í senn.

 

Bert grivið í útstykkingum og vinnuøkjum

 

Í løtuni verður sambært svarinum bert grivið í sambandi við nýggj útstykkingarøki og vinnuøki, ella tá aðrar verkætlanir eru í gongd, so arbeiðið kann samskipast við kommunur og aðrar aktørar.

 

Dentur verður nú lagdur á at fáa gagn av teimum íløgum, sum longu eru gjørdar.

 

Verandi fipurinnleggingar skulu gerast klárar til íbinding, og kundar skulu flytast av gamla koparnetinum yvir á fipurnetið, soleiðis at koparnetið kann takast niður, har tað ber til.

 

Eftirspurningurin minni enn væntað

 

Ein av orsøkunum til, at arbeiðið gongur seinni enn ætlað, er sambært landsstýrismanninum, at eftirspurningurin eftir fipursambondum hevur verið minni enn væntað.

 

Mong viðskiftafólk halda framvegis, at teirra verandi breiðbandsloysn nøktar tørvin, og tí biðja tey ikki um at verða flutt yvir á fipurnetið.

 

– Eftirspurningurin eftir fipurnetinum er minni, og arbeiðið at fáa netið virkið hjá kundunum gongur seinni enn av fyrstan tíð mett, skrivar Aksel V. Johannesen.

 

NET hevur ábyrgdina

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at dóttirfelagið NET hevur ábyrgdina av sjálvum fipurundirstøðukervinum og ger sambondini klár til nýtslu.

 

Men fyri at eitt samband kann takast í nýtslu, skulu eisini aðrar treytir vera loknar. Millum annað skal streymur vera til installatiónina, og ein beinari skal setast upp.

 

Hesar uppgávur liggja hjá smásøluveitara og endakunda, og ikki hjá NET.

 

Sambært svarinum hevur NET roynt at samskipa arbeiðið, so tilgongdin verður so smidlig sum gjørligt, men hetta hevur víst seg at vera torført.

 

Landsstýrismaðurin staðfestir, at umstøðurnar hava broytt seg nógv síðani verkætlanin varð sett í gongd, og tí hevur verið neyðugt at laga arbeiðið eftir teimum nýggju fortreytunum.