Dóttir og abbabarn hjá Ali Khamenei eru dripin

Tað vátta almennir iranskir miðlar sambært Reuters í kvøld

Í kvøld vita almennir iranskir miðlar at siga, at dóttir andaliga leiðaran í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, og eitt abbabarn hansara, eru deyð í álopum á Iran í dag.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum ber hesi tíðindi, og keldan er almennir iranskir miðlar.

 

Fyrr í kvøld skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at ovasti andaligi leiðarin í Iran eisini er deyður.

 

Sum skilst, eru tíðindini um, at Ayatollah Ali Khamenei er dripin í ísraelskum-amerikanskum álopum í dag, enn ikki áttað av iranskum myndugleikum.