Eigur at vera bíligari at koyra gjøgnum fleiri tunlar

UNGDÓMSTING: Koyrir tú ígjøgnum fleiri tunlar innan eitt ávíst tíð, eigur tú ikki at gjalda meiri enn eitt gjald. Tað skjóta fýra ungdómstinglimir upp.

Uppskotssetararnir eru Herman Ingvard Clementsen, Rógvi Sigurd Herálvsson, Lilja Eiriksdóttir Højsted og Teodora Sigfríð Hentze, ungdómstinglimir og næmingar í 9. flokki í Sandoyar Meginskúla. Uppskotið er at heita á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri at broyta gjaldskipanina fyri undirsjóvartunlarnar. Endamálið er gera eina skipan, har ein ikki skal gjalda fyri at koyra ígjøgnum hvønn tunnil sær, um ein til dømis koyrir ígjøgnum fleiri tunlar innan fyri eitt døgn ella eitt annað ásett tíðarskeið, men at ein tá bert skal gjalda eitt gjald fyri koyrda teinin.

 

Uppskotssetararnir halda, at landsstýrið eigur at kanna, um man kann áseta eitt gjald, so at tað ikki kostar so nógv at koyra ígjøgnum fleiri tunlar, um man koyrir innanfyri eitt ávíst tíðarbil. Í viðmerking til uppskotið siga tey, at tey allar flestu brúka undirsjóvartunlarnar, millum  annað, tá tey skulu til arbeiðis, í skúla, vitja familju og vinir og ikki minst í sambandi við, at børnini skulu til ítróttarkappingar runt um í landinum.

 

– Vit halda ikki, at tað er rættvíst, at nøkur skulu gjalda fleiri ferðir ella nógv meira enn onnur, bara tí tey búgva í einum stað, sum krevur, at tey mugu koyra ígjøgnum fleiri tunlar fyri at koma úr einum stað til eitt annað. Tað hevði hjálpt fleiri barnafamiljum, um kostnaðurin hevði verið lægri. Oftani eru tað barnafamiljur, ið ferðast nógv aftur og fram ígjøgnum tunlarnar, tí tey hava børn, ið ofta skulu ferðast runt í øllum landinum við ítrótti og vinfólki.

 

Við verandi tunnilsgjaldi skal ein, ið ferðast úr til dømis Sandoynni til Klaksvíkar og aftur, gjalda 800kr. í tunnilsgjaldi. Hetta, tí at prísurin er 175 kr. x 2 fyri Sandoyartunnilin, 175 kr. x 2 fyri Eysturoyartunnilin, og 50 kr. x 2 fyri Norðoyatunnilin. Um mann hevur fast hald, er kostnaðurin 320 kr. Rokna vit útreiðslur til brennievni uppí, kostar brennievnið fyri teinin í minsta lagi 111kr. Tá ið prísurin fyri tunnilsgjøldini og brennievnið verða roknað saman, kostar túrurin 911kr. uttan hald og 431 kr. við haldi.

 

Kelda: Skúlablaðið, sum skrivar um øll uppskotini, sum ungdómstinglimir fara at viðgera í ungdómstinginum, á www.skulabladid.fo