Russland tekur seg fram í Ukraina

Russland hevur tikið landaøkir frá Ukraina í januar, sum svara til umleið Streymoynna og Sandoynna tilsamans

Russiski herurin tók í januar í ár meira enn tvífalt so stórt landaøki í Ukraina, sum tað eydnaðist russum at taka í desember í fjør.

 

Tað veit greiningarstovnurin, ISW, at siga, og tað er tíðindastovan AFP, sum endurgevur.

 

Sagt verður, at russiski herurin í januar í ár hevur tikið 481 ferkilometrar av ukrainskum landaøki, og í desember var ferkilometratalið 224.

 

Lagt verður aftrat, at russiska hertøkan í januar í ár er hin størsta , sum tað hevur eydnast russum at tikið í einum vetrarmánaði.

 

Men, hvussu nógv er so 481 ferkilometrar?

 

Samanbera vit hetta við føroyskt landaøki, so svara 481 ferkilometrar umleið til Steymoynna (373,5) og Sandoynna (112,1) tilsamans. 

 

Alt 2025 tók russiski herurin tilsamans 5600 ferkilometrar av ukrainskum landaøki, veit ISW at siga.

 

Á myndini omanfyri bera ukrainskir hermenn kistu við deyðum hermanni.

 

Lesið eisini: 

 

Russiski herurin nærkast skrædlihttps://www.in.fo/news-detail/serfroedingur-russiski-herurin-naerkast-skraedli