Vinfólk sum sita saman og práta. Ein persónur sum er horvin niður í telefonina. Og tær smáu gerandisløturnar, sum fólk flest ikki hugsa um.
Tað er akkurát hesar støðurnar, sum Edoardo Ettorre ger til risastór veggjamálarí.
Sjálvur lýsir hann listina sum menniskjaliga, erliga og eitt sindur sarkastiska. Ja, eitt slag av spegling av modernaða lívinum.
Edoardo er heldur ikki hvør sum helst, tá vit tosa um veggjamálarí. Í 2025 valdi Street Art Cities eitt av hansara verkum sum eitt av trimum teimum bestu listaverkini í heiminum.
Vit eru ótrúliga errin av at hava fingið Edoardo við á We Need Art, og gleða okkum ekstremt nógv at bjóða honum vælkomnum til Føroyar.
##med2##
##med3##
##med4##














