Sambært franska innlendismálaráðnum er ein persónur deyður, 219 fólk eru særd, og 780 fólk eru handtikin kring landið.
Franski innlendismálaráðharrin, Laurent Nunez, kallar hendingarnar „fullkomiliga óakseptabla“.
– Tað vóru gleðiligar samkomur, men tær vóru eisini fylgdar av ófriði, sum vit høvdu væntað frammanundan, segði hann sambært dpa.
Tann deyði varð funnin eftir eitt motorsúkkluóhapp á ringvegnum kring Paris, har ófriðarskaparar fleiri ferðir royndu at steðga ferðsluni.
Átta av teimum særddu hava fingið álvarsligan skaða.
Samanstoytir vóru serliga kring Champs-Élysées í Paris, har maskerað fólk kastaðu lutir eftir løgregluni. Løgreglan svaraði aftur við táragassi.
Í alt 57 løgreglufólk og trygdarfólk vórðu eisini særd undir ófriðinum.
Franskir myndugleikar høvdu sett 22.000 løgreglufólk til arbeiðis um alt landið, harav 8.000 vóru í Paris.
Sambært innlendismálaráðnum fingu seks bilar og tveir handlar skaða undir ófriðinum.
Umleið 40.000 PSG-fjepparar fylgdu finaluni á stórskíggja á heimavøllinum Parc des Princes. Uttanfyri leikvøllin vóru millum 4.000 og 5.000 fólk savnað, og 150 royndu at troka seg inn á økið.
Í dag skuldu PSG-leikararnir hátíðarhaldast við skrúðgongu nærindis Eiffeltorninum, har væntað varð, at umleið 100.000 fólk fóru at møta. Til tað høvið vóru 6.000 løgreglufólk sett inn.
PSG vann Champions League-finaluna móti Arsenal eftir brotssparkskapping. Dysturin endaði 1-1 eftir vanliga og longda leiktíð.
##med2##
##med3##
##med4##














