Jóhan brendi avgerandi brotskast í fyrstu meistaraskapsfinaluni

Skanderborg-Aarhus tapti við einum máli í Aalborg

 

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus høvdu ein torføran arbeiðssetning á útivølli móti Aalborg í fyrstu meistaraskapsfinaluni í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Aalborg var risastórur favorittur at vinna dystin frammanfyri 5.500 áskoðarum í Gigantium høllini í Aalborg. 

 

Men Skanderborg-Aarhus gav Aalborg ein skarpan gang. Liðið úr Eystur-Jútlandi var á odda 16-14 í steðginum. Tá tveir og ein hálvur minuttur vóru eftir av dystinum var Skanderborg-Aarhus á odda 29-28. Tað eydnaðist heimaliðnum at svara aftur við tveimum málum, og so var Aalborg á odda 30-29. 

 

Í seinastu løtu av vanligu leiktíðini fær Skanderborg-Aarhus brotskast. Jóhan, ið áðrenn tað hevur sett trý av trimum brotskøstum í netið skal royna at javna til 30-30, og harvið tryggja liðnum hjá sær longda leiktíð. Men rutineraði málverjin hjá heimaliðnum, Niklas Landin hevur lisið hann av, og so kann heimafjøldin fegnast um 30-29 sigur í fyrstu finaluni.

 

HER  ber til frá danska TV2 at síggja løtuna, tá Niklas Landin bjargar brotskastinum. Landin greiðir frá, at talan var um "reint instinkt". Jóhan sigur við heimasíðuna hjá TV2, at hann hevði ynskt at kunnað gjørt tað umaftur. Jóhan heldur tó, at teir spældu ein framúr góðan dyst. 

 

Jóhan skoraði sjey mál upp á 11 málroyndir, og var saman við Kristjani Örn Kristjanssyni toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus. 

 

Hóskvøldið klokkan 19.30 spæla liðini aðru/seinnu meistaraskapsfinaluna í Djurslands Bank Arena í Aarhus. 

 

Vinnur Skanderborg-Aarhus verður triðja og avgerandi finalan leikt í Aalborg komandi sunnudag. Vinnur Aalborg dystin hóskvøldið eru teir staðfestir meistarar.