Eldur í russiskari oljugoymslu

- Sambært fyribils upplýsingum er eingin deyður ella særdur í álopinum, sigur russiski guvernørurin í økinum.

Í nátt vistu útlendskir miðlar at siga, at eldur var í einari oljugoymslu í russisku Rostov-regiónini.

 

Tað upplýsti guvernørurin í økinum, Vasilij Golubev, á sosiala miðlinum, Telegram.

 

Sagt verður, at eldurin í goymsluni stóðst av einum dronuálopi í nátt.

 

Guvernørurin sigur, at sambært fyribils upplýsingum er eingin deyður ella særdur í álopinum.

 

Oljugoymslan liggur í býnum, Azov innast í Azov-havinum.

 

Hetta er umleið 150 kilometrar eystur úr ukrainska býnum, Mariupol, sum russar tíðliga í krígnum nærmast løgdu í oyði.