Grein úr Sosialinum 9. mai 2025:
Tað var Svenning Johannesen í Havn sum keypti bilin sum nýggjan. Svenning var ein at teimum kendu Hvannasundsbrøðrunum, sum vóru tiltiknir fyri at fiska væl.
Hetta er ein ektaður enskur bilur, við leðurkabinu og nøtutræ á instrumentborðinum. Hann hevur servostýring, aircondition og automatisk gear.
Bilurin sær gott út og hevur eisini verið nýttur í sambandi við almennar vitjanir sum t.d. drottningavitjanir.
Hann hevur 4,2 litra motor við 6-sylindarum og 203 hk. Um hann brúkar nakað av bensini, so ger tað ikki so nógv, tí hann hevur tveir bensintangar, sum taka 65 litrar hvør, so hann kann hava tilsamans 130 litrar av brennievni. Talan er um ein stóran bil, hann er langur og lágur við klassiskum designi.
Søgan um hví Svenning keypti hendan bilin er tann, at einaferð hann var við trolbátinum hjá sær, Marjun III, fór hann fyri borð vestan fyri Mykines.
Tað var gott veður, men tung alda. Tá Svenning var bjargaður, segði hann, at nú skuldi hann keypa handan Jaguarin, sum hann hevði ætlað sær so leingi. Tí verður bilurin kallaður “olmussan”.
Bilurin var keyptur frá Reyni Service og fyrstu ferð skrásettur 21. juni í 1978. Hetta var áðrenn Reyni Service fekk umboð fyri Toyota.
Svenning hevði stóran áhuga fyri bilum og átti tveir Volvo Amazonar, áðrenn hann keypti hendan Jaguarin.
Tað eru fleiri sum hava átt bilin áðrenn Marjun og Jákup Frants keyptu hann sum t.d. Hans Elmar Poulsen, Sámal Jacobsen, Gullak Madsen og Eirikur Lindenskov.
Jákup Frants sigur, at hann hevur fingið at vita frá einum Jaguar kennara, sum hevur eitt bilverkstað í Djursland á Jútlandi, at hesin hjá honum er ikki heilt sum teir Jaguar XJ6, sum vóru seldir í Danmark. Hann heldur at bilurin gjørdur til amerikanska marknaðin.
Marjun og Jákup Frants hava eisini onnur ellisakfør: Volvo Amazon, Ford Taunus og Triumph Spitfire. Tey eru limir í Fuglafjarðar Ellisakfør, har Marjun er formaður í felagnum.
Jaguar er ein gomul bilverksmiðja, ið byrjaði sum Swallow Sidecar Company í 1922. Seinni fóru teir at framleiða bilar undir navninum Jaguar, ið eru kendir sum eksklusivir luksusbilar og sportsvognar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
Kundu koyra skjótari í 1930
Í 1930 verður koyrilógin broytt soleiðis at koyrast kann skjótari uttan fyri bý og bygd –lastbilar kunnu nú koyra 20 km um tíman, meðan persónabliar hava loyvi at koyra 30 km um tíman.
Í bygdum øki er ferðihn tann sama sum fyrr fyri alla koyring: 15 km um tíman.
Nú eru 11 bilar í Havn
Bilarnir verða nú fleiri – Dimmalætting skrivar í september í 1928: »Nye biler. Med ss 'Island' kom en ny Chevrolet Sedan Personbil for 5 Passagerer til Havnar Bilfelag. I en nær fremtid faar Havnar Bilfelag en ny Lastbil og vil da have 5 Biler. Just Sivertsen har 4 Biler, Chr. Jensen 2 Biler og Hospitalet 1. Der er saaledes for Tiden 11 Biler her i Byen«.
Í Føroyum eru tá um 40 bilar. Fyrsta ambulansan kemur til Føroyar í 1925. Hesin bilur er tann áttandi, ið verður skrásettur og sambært yvirlitinum er hetta ein Ford bilur, hvørs vekt er 850 kg, sum er lítið fyri ein sjúkrabil. Einki stendur um tað er talan um nýggjan ella gamlan bil.
Føroya fyrsta bilframsýning var í Havn í 1927
Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, ið høvdu umboð fyri Ford, hava fyrstu bil-fram-sýn-ing í 1927 – framvístur verður ein Ford 1 1/2 tons lastbilur –hetta er í nýggju hølu-num í Kopargøtu. Í 1928 skrivar Dimmalætting um bilferðir og prísir: »Bilferðirnar Havn – Vel-bastað – Kirkjubø byrjaðu 1. hvítusunnudag og tilsamans vóru flutt o. u. 40 ferða-fólk. 2. hvítusunnudag var ikki farandi vegna vátveður. Ætlanin er at gera hesar ferðir hvønn sunnudag, ið viðrar. Í gjár varð byrjað bilferðir til hospitalið og sanatoriið í vitj-un-ar-tíð-i-ni kl 3-5, hesar ferðir verða framvegis gjørdar hvønn gerandisdag frá »Vaglinum«, prí-s-urin er 30 oyru til hospitalið og 50 oyru til Sanatoriið – hvønn vegin.
Prísurin til Velbastaðar er lækkaður niður í 1 kr og til Kirkjubøar niður í 1,50 kr hvønn vegin fyri vaksin«