EM: Sveis vann við 17 málum - Føroyar mugu hava stig móti Slovenia

Júst nú er Sveis eitt mál frammanfyri Føroyar, og bæði liðini hava trý stig hvør

Føroyar fingu ikki eitt gramm av hjálp frá Montenegro.

 

Sveis knústi Montenegro 43-26 í Unity Arena. Tað merkir, at Sveis nú er á øðrum plássinum við trimum stigum og málmuninum pluss 14. Føroyar hava trý stig og málmunin pluss 13. 

 

Montenegro var aftanfyri 16-22 í steðginum. 

 

Toppskjúttar hjá Sveis vóru Lenny Rubin og Luca Sigrist við 10 málum hvør. Branko Vujović var við níggju málum toppskjútti hjá Montenegro.

 

Tí mugu okkara fáa stig móti Slovenia í dystinum, ið byrjar klokkan 19.30 í Unity Arena.

 

Tapa Føroyar verður tað málmunurin, ið sendir okkum niður á triðja plássið, og úr kappingini.