Føroyska U19-landsliðið hjá kvinnum hevur spælt triðja og seinasta EM-undankappingardystinum í bólki 2, ið var leiktur í Litava.
Aftaná 3-1 sigur á Litava, og 5-0 stórsigur á Moldova gekk ikki eftir vild hjá Føroyum í dag. U19-kvinnurnar taptu í triðja dystinum 2-5 fyri Kosovo.
Kára Benjaminsen legði Føroyar á odda í 13. minutti. Sara Benjaminsen stóð fyri upplegginum. Innanfyri 13 minuttir skoraði Kosovo tríggjar ferðir, men seks minuttir undan steðginum fekk Sara Benjaminsen spenning í dystin aftur, tá hon minkaði um munin til 2-3. Seinastu løtuna økti Kosovo tvær ferðir.
Anisha Meha var ein marra fyri føroyska liðið í dag. Hon skoraði heili fýra mál fyri Kosovo í hesum dystinum.
Føroyska liðið endar á seks stigum og málúrtøkuni 10-6. Sara Benjaminsen hevur skotið fimm mál í hesari kappingini, og Kára Sigurðsson hevur skotið trý mál. Teimum báðum fara vit at frætta nógv meira frá í framtíðini.











