Enn ein ferðaleiðari handtikin og settur í geglið

Løgreglan tók aftur í gjár ein útlendskan ferðaleiðara, sum arbeiddi í Føroyum uttan neyðug loyvi

Tað gongur ikki dagur, at ikki onkur søga er um útlendskar ferðaleiðarar, sum arbeiða í Føroyum uttan loyvi. Í gjár var aftur ein persónur handtikin. Hesaferð var talan um ein ES borgara, sum ikki kundi vísa fram arbeiðsloyvi at virka sum ferðaleiðari í Føroyum.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at málið verður kannað víðari í dag.

Staðfest er, at persónurin ikki hevði nakað arbeiðsloyvi, tí sum, vaktleiðarin sigur, at hevði hann víst tað, so hevði hann ikki sitið í varðhaldi hjá løgregluni. Løgreglan skal nú finna út av, hvønn hann arbeiðir fyri, ella um hann kanska arbeiðir fyri seg sjálvan.