European Open: U16 kvinnurnar leiktu javnt móti Íslandi

Føroyar skulu spæla um ellinta plássið

Mynd: HSF

HSF skrivar: 

 

- U16-kvinnur: Javnt í týdningarleysum dysti

 

Tað var greitt undan dystinum móti Íslandi í dag, at Føroyar fóru at enda nr. 2 í niðara millumrundubólkinum. Føroyar vístu tó tenn, og við einum góðum endaspurti javnaðu okkara í allarseinasta sekundi til 15-15, eftir at hálvleiksstøðan var 7-6 til Ísland.

 

Føroyar spældu uttan størsta álopsvápnið og næsttoppskjúttan í kappinini, Sigrið Hansdóttir,í dag. Hon var hvíld og kom bert inn at skjóta fyrstu trý brotskøstini. Dysturin var tó tættur allan fyrra hálvleik. Verjan stóð væl, og høvdu okkara gott tol í álopinum. Liðini fylgdust allan hálvleikin, men vóru tað íslendingar, sum vóru frammanfyri tað mesta. Hálvleiksstøðan var 7-6 til Íslands.

 

Føroyar fingu nógvar útvísingar fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og var tískil ringt at halda fast í verjuni. Ísland kom nøkur mál fram um, og vóru tær frammanfyri 15-11, tá tað restaðu 5 minuttir. Okkara góvu tó ongantíð upp og við einum rimmar endaspurti megnaðu Føroyar at fáa javnleik, har Fía Nolsøe javnaði í seinasta sekundi til 15-15.

 

Føroyar blivið við hesum nr. 2 í niðaru millumrunduni og skulu spæla um 11. pláss av teimum 20 í ársins European Open. Dysturin verður móti Svøríki í morgin kl. 13.15, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast á ehftv.comSkrivar HSF. 

 

Dystargongdin Ísland – Føroyar:

 

5 min. 2-1

 

10 min. 4-3

 

15 min. 6-4

 

20 min. 7-6

 

25 min. 11-8

 

30 min. 13-8

 

35 min. 15-11

 

40 min. 15-15

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Fía Nolsøe 4 (3)

 

Sigrið Hansdóttir 2 (2)

 

Hanna Thomsen 2

 

Nana Yaa Deku 2

 

Súnfríða Fonsdal Zachariasen 2

 

Hervør Hansen 1

 

Rannvá Heinadóttir 1

 

Olivia Kristiansen 1

 

Mynd: HSF