Í kvøld var dystur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á Víkingsvøllinum í Reykjavík, har Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir tóku móti KA, ið mátti klára seg uttan Jóan Símun Edmundsson.
Víkingur legði seg á odda longu í fimta minutti, men bert 18 minuttir seinni var KA á odda 2-1.
KA var á sigurskós heilt til 81 minuttir vóru leiktir. Tá javnaði Víkingur, og í yvirtíðini tryggjaði Gylfi Þór Sigurðsson Víkingi sigurin við einum brotssparki.
Gunnar var á vøllinum í 83 minuttir
Víkingur Reykjavík-KA 3-2 (1-2)
1-0 Aron Elís Þrándarson ('5 )
1-1 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('14 )
1-2 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('23 )
2-2 Aron Elís Þrándarson ('81 )
3-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('94 )
Víkingur Reykjavík er langt fremst í deildini við 40 stigum. Teir eru 11 stig frammanfyri nummar tvey, KR sum hevur 29 stig.
Komandi týskvøld klokkan 20 spælir Víkingur fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum móti ungarska liðnum, Györ á Víkingsvøllinum. Returdysturin verður leiktur í Ungarn eina viku seinni.











